Aðrir ítrottir
Tað at ein ber brek eigur ikki at verða foring fyri at íðka ítrótt.
Parasport kann ráðgeva við at finna tann ítróttin ið hóskar til ein, og ofta eisini vegleiða við útgerð ið nýtsist til at koma í gongd.

Um tú hevur hug at íðka onkran ítrótt, er ikki at halda tær aftur at seta teg í samband við Parsport.
Ítróttir ið verða íðkaðir eru m.a. fyri blind og sjónveik (Súkkling, svimjing, frælsur ítróttur, talv, bogaskjóting, fótbóltur, goalball, tennis, showdown, judo o.m.a.) – fyri rørslutarnað (frælsur ítróttur, svimjing, fótbóltur, bogaskjóting, skjóting, skíing, badminton, boccia, koyristólstennis, borðtennis, racerunning o.m.a.) – fólk við menningartarni kunnu eisini íðka allan ítrótt.
Vit plaga at siga at øll kunnu íðka onkran ítrótt – tað er bert at finna útav hvussu….
við okkum í dag