Paralympisku leikirnir

Paralympisku leikirnir er størsta kappingin ítróttrfólk kunnu luttaka í.
Paralympisku summarleikirnir eru fjóðra hvørt ár, umleið tvær vikur eftir at olympisku leikirnir hava verið, og í sama býði.
Ímillum Paralympisku summarleikirnar eru Paralympisku vetrarleikirnir tvey ár seinni.

Neistin til Paralympisku leikirnar, byrjaði tá krígsveteranar frá seinna heimsbardaga i 1948 savnaðust at kappast, og eru Paralympisku leikirnir nu vaksnir til eina ta størstu ítróttarhendingina í heiminum.

Á Paralympisku leikunum møtast tey bestu para ítróttarfólkini, at kappast í ymiskum ítróttargreinum og flokkum.
Paralympisku leikirnir seta strong krøv til hvør kann vinna sær luttøku, og er neyðugt at verða í toppinum av heimsranking listunum.
Bert ítróttarfólk ið eru flokkaði (les um flokking / klassifisering undir breddanum um Paralympisku nevndina) og skrásett hjá IPC kunnu luttaka í Paralympisku leikunum.

Føroyar hava vunnið 13 heiðursmerkir í Paralympisku leikunum síðan byrjan, allar í svimjing.
1 gull, 7 silvur og 5 bronsur.

Les meir um føroysku paralympisku heiðursmerkjavinnararnar her.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar