Parasport Føroyar
Faroe Islands Paralympic Committee
Faroe Islands Special Olympic Committee
Grein 1
Sambandið eitur Parasport Føroyar og er eitt sjálvstøðugt samband innan ÍSF.
Starvsnevndarformaðurin hevur sæti í umboðstingið ÍSFs
Grein 2.
Parasport Føroyar hevur til endamáls :
At menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt, ið viðvíkur
støðuni hjá tí ið ber brek.
At arbeiða við atseta á stovn feløg fyri fólk ið bera brek kring alt landið.
At arbeiða fyri,at allur ítróttur innan Parasport Føroyar verður íðkaður undir kønari leiðslu
og undir góðum umstøðum.
At skipa fyri venjara- og leiðaraútbúgvingarskeiðum.
At bera út kunnleika um ítrótt og heilsumál við seturskúlum, fyrilestrum og øðrum.
At skipa fyri kappingum, ítróttastevnum v.m.
At arbeiða fyri samstarvi millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.
At arbeiða fyri samstarvi við hini norðurlondini og altjóða felagsskapir fyri fólki ið bera brek
At vera ráðgevi,tá ið ítróttaøki, svimjihyljar, skúlar og annað skulu byggjast, so at hugsað verður um tey ið bera brek.
Grein 3
Limir í Parasport Føroyar verða :
Ítróttasambond-og feløg fyri fólk ið bera brek.
Ítróttafeløg og felagsskapir við deildum fyri fólk ið bera brek.
Deildir innan ítróttafeløg og feløg, ið arbeiða við fólki ið bera brek.
Grein 4
Hægsta vald í Parasport Føroyar er aðalfundurin, sum verður hildin um várið og skal
verða lýstur ein mánað frammanundan við hesi dagsskrá :
1.Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki Parasport Føroya í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykalimum.
6.Ymist
Grein 5
Hvørt felag kann senda trý umboð á aðalfundin.
Eingin kann á aðalfundi umboða felag fyri fólk ið bera brek, uttan at hava verið limur í felagnumí minsta lagi í ein mánað, og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni ílagi.
Grein 6
Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini , starvsnevndar- og kappingarnevndarformaðurin hjá Parasport Føroyar
Starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndin og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.
Grein 7
Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd, og lógarbroytingar ikki verða gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni.
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar
áðrenn aðalfundin.
Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
Stendur á jøvnum,er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi.
Eykaaðalfundurkann verða hildin um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av
feløgunum ynskir tað.
Hesin skal verða lýstur við dagsskrá og annars eftir somu reglum sum vanligur aðalfundur.
Grein 8.a
Parasport Føroyarverður stýrt av :
Aðalfundinum.
Starvsnevndini.
Kappingarnevndini /
Ítróttanevndini
Í starvsnevndini sita : Formaður, næstformaður, skrivari og upp til tveir nevndarlimir.
Formaðurin verður valdur einsæris á aðalfundi fyri eitt tvey ára skeið
Nevndarlimir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið 2-3 annaðhvørt ár og 1-2 annaðhvørt ár, nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, við næstformanni, skrivara og møguligum øðrum álitissessum.
Valdir verða 1-2 tiltakslimir fyri eitt eitt-ára skeið.
Starvsnevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi, tó skal aðalfundarsamtykt fyriliggja,
tá mál snýr segum keyp ella sølu av fastari ogn hjá sambandinum.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Í kappingarnevndini / ítróttanevndini sita :
Formaður,næstformaður og skrivari valdir av starvsnevndini á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, fyri eitt tvey-ára skeið, tveir annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár.
Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eitt-ára skeið.
Kappingarnevndin tekur avgerð um trætumál í ítrótti fyri fólk ið bera brek, umframt
hevur hon leiðsluna av lands- og steypa kappingum.
Nevndirnar hava heimild til at seta undirnevndir, um neyðugt við limum
uttan fyri ParasportFøroyar.
Starvs- og kappingarnevndin/ítróttanevndin skulu útinna viðtøkur, gjørdar á aðalfundinum,og altíð syrgja fyri, at leikreglur og lógir, so vítt gjørligt, eru í neyðugum samsvari við altjóða reglur.
Nevndarlimir fáa onga løn fyri hesi størv síni.
Starvsnevndin sendir einaferð árliga ítróttasambandinum frágreiðing um virki felagsins.
Parasport Føroyar skal hava samráðingar við onnur sersambond/deildir og ÍSF um altjóða stevnur,sum skulu setast í verk í Føroyum.
Stk b. Heiðursforseti og heiðurslimur
1. Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt paraítróttinum væl.
2. Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.
3. Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á aðalfundinum. Teir hava talurætt men ikki atkvøðurætt.
Grein 9
Parasport Føroyar er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
Grein 10
Fíggjarliga grundarlagið er partur tillutaður frá stjórn ÍSFs, av landskassastudningi, veddingarpengum,inntøkur av kappingum og øðrum.
Grein 11
Uppskot um avtøku av Parasport Føroyar kann bert verða lagt fram á aðalfundi.
Og skal tá, um hetta vinnur sømdir, samtykkjast við í minsta lagi ¾ av teimum møttu, og í minsta lagi ¾ av limunum skulu verða á fundi
Møguligar ognir falla feløgum i Føroyum ið arbeiða fyri fólk ið bera brek, í lut.
Samtykt á eykaaðalfundi hjá Parasport 10. Apríl 2021