Í dag – 10. apríl 2025 – eru 45 ár liðin síðan Parasport Føroyar, sum tá varð stovnað undir navninum ÍSB, sá dagsins ljós.
Hetta er ein serstakur merkisdagur fyri føroyskan ítrótt, og vit líta við virðing og takksemi aftur á nærum hálva øld við ítrótt fyri fólk ið bera brek.
Felagsskapurin byrjaði smátt í 1980 við fáum eldhugaðum einstaklingum, men er í dag vorðin ein týðandi og virðismikil partur av okkara ítróttarlívi, bygt á felagskenslu, sjálvboðið arbeiði og eina brennandi trúgv uppá, at ítróttur eigur at vera fyri øll.
Parasport Føroyar (fyrr Ítróttasambandið fyri brekað, ÍSB) varð sett á stovn fyri at tryggja, at føroyingar, ið bera brek, fingu møguleika at íðka ítrótt og luttaka í kappingum á jøvnum føti við onnur.Longu fá ár seinni gjørdu fyrstu føroysku ítróttarfólkini vart við seg altjóða.
Føroyar luttóku fyrstu ferð á Summar Paralympisku Leikunum í 1984 og síðani tá hava føroyingar luttikið øllum uttan einum Paralympisku leikum.
Í 1988 fingu vit prógv um, hvat bar til. Hetta árið vunnu føroyskir svimjarar heili 7 heiðursmerki í Seoul, har Christina Næss vann fyrsta (og higartil einasta) føroyska Paralympiska gullheiðursmerki.
Hesi fyrstu úrslit og royndir vóru ikki bert ítróttaligar sigrar, men eisini sigrar fyri felagsskapin. Prógv um, at við rætta stuðli og møguleikum kunnu eisini fólk ið bóru brek røkka langt. Seinni gjørdist svimjarin Heidi Andreasen okkara mest vinnandi Paralympiska ítróttarfólk nakrantíð, við fimm heiðursmerkjum (3 silvur og 2 bronsu) í Sydney 2000 og í Athen 2004
Hornasteinurin í søguni hjá Parasport Føroyum hevur verið arbeiðið hjá eldsálunum og sjálvbodnu kreftunum aftanfyri. Framgongdin kom ikki av sær sjálvum.
Frá byrjan av hava ágrýtin fólk brúkt sína frítíð til at byggja hendan felagsskapin upp. Eldsálirnar, fólk við brennandi áhuga, royndum og vilja hava tryggjað, at íðkarar kring alt landið hava fingið møguleika at venja og kappast.
Tú kann ikki nevna Parasport uttan at nevna stovnaran og formannin í 41 ár Egga Jensen ið saman við Jón á Steig og Eydis Eidesgaard tóku stig til at stovna ÍSB, og Jóhan Samuelsen sála ið í samfull 35 ár var við til at mynda felagsskapin.
Síðani stovnanina í 1980 eru ítróttarfeløg stovnað ella tillagað at fevna um íðkarar við serligum avbjóðingum, eitt nú Ítróttarfelagið Svanur í Runavík og Ítróttarfelagið Smæran í Havn, ið bæði burturav taka sær av ítrótti fyri fólk ið bera brek. Harumframt hava fleiri vanlig ítróttarfeløg latið hurðarnar upp fyri øllum, so íðkarar ið bera brek kunnu vera við í teirra virksemi. Hetta bendir á ein broyttan hugburð í samfelagnum, har inklusión gerst ein náttúrligur partur av gerandisdegnum.
Eitt týðandi hending var í 2002, tá ið Parasport Føroyar (ÍSB) gjørdist limur í altjóða Special Olympics-rørsluni. Við limaskapinum fór felagsskapurin í størri mun eisini at fevna um ítrótt fyri fólk við menningartarni.
Síðan fyrstu luttøkuna á Special Olympics-heimsleikunum í Dublin í 2003 er nógv hent á hesum øk. Fleiri føroyingar hava síðani roynt seg í Special Olympics kappingum, og harumframt eru kappingar og festivalar fyri fólk við menningartarni vorðnir fastur táttur her heima. Ítrótturin hevur givið hesum íðkarum møguleika at mennast, bæði likamliga og sosialt, og tað hevur heilt vist havt jalig árin á hugburðin í samfelagnum.
At føroyska Special Olympics fótbóltsliðið í 2023 varð kosið til Ársins Ítróttaátak í Føroyum– heiðurin, ið verður givin fyri serstakt og virðismikið ítróttarátak, vísir greitt, hvussu langt vit eru komin. Í dag verða avrik hjá íðkarum við serligum avbjóðingum eisini hátíðarhildin og viðurkend alment, og hetta hevur stóran týdning fyri sjálvsálitið hjá íðkarunum og samhaldið í øllum samfelagnum.
Parasport Føroyar er í dag ein fjølbroyttur felagsskapur, sum fevnir um ítróttarfólk við ymiskum førleikum og avbjóðingum um alt landið. Felagsskapurin skipar regluliga fyri venjingum og kappingum í fleiri ítróttargreinum – alt frá svimjing, frælsum ítrótti og fótbólti til borðtennis, boccia, bowling, fimleik og badminton. Samstarv er ímillum Parasport og almenn ítróttarfeløg um hesi tiltøk, soleiðis at íðkarar antin kunnu íðka á jøvnum føti í vanligum feløgum ella í serligum liðum, alt eftir tørvi og førleika. Hugburðurin “øll kunnu íðka” er okkara leiðregla – vit vilja altíð vísa á møguleikar heldur enn forðingar og eggja so mongum sum gjørligt at verða kropsliga virkin, alt lívið. Hetta er ikki bert fyri ítróttaligu avriksins skyld, men eisini tí at heilsa og trivnaður fylgja við, tá fólk fáa gleðina av at vera virkin partur av einum felagsskapi.
Í dag síggja vit børn, ung og vaksin ið bera brek trívast á ítróttabreytini, í svimjihyljum og í ítróttahøllum kring alt landið, ofta við síðuna av teimum ið ikki brea brek, við stuðli frá venjarum, hjálparfólki ella familju, men altíð við gleðini og stríðsviljanum sum drívmegi.
Í samband við 45-ára stovningardagin vil Parasport Føroyar hjartaliga takka øllum, sum hava gingið lið um lið við felagsskapinum ígjøgnum árini. Uttan tykkara íkast sum íðkarar, foreldur, systkin, venjarar, dómarar, leiðarar, læknar, stuðlar, sponsorar og fjepparar var einki av hesum gjørligt. Tað er í felagsskapi, at vit hava rokkið so langt, og tað er felagsskapurin, sum fer at føra okkum fram á leið komandi árini.
Við eyðmýkt og virðing fyri tí stóra sjálvbodna arbeiðinum og eldhuganum, ið er lagdur í øll hesi árini, fegnast vit um søguna higartil. Samstundis gleða vit okkum til framtíðina – at halda fram at menna ítróttin fyri fólk ið bera brek og við serligum tørvi, so enn fleiri kunnu fáa gleði av honum.
45 ár eru gingin, men eldhugin logar enn.
Saman, við eldhuga, samanhaldi og áhaldandi stuðli fara vit framhaldandi at virka fyri, at “øll kunnu íðka” og at Parasport Føroyar eisini komandi ár fer at seta síni fingramerki á føroyskan ítrótt og samfelag við inklusión, ítróttargleði og takksemi.