Hvat ger Parasport?

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Parasport Føroyar er at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar og kappingarítrótt til teirra ið bera brek.

Ítróttaráðgevin hjá Parasport vegleiðir um, hvørjir ítróttir eru hóskandi til júst tín, og um hóskandi ítróttartilboð í tínum nærumhvørvi.

Hetta verið seg um ein ber viðføtt brek ella av skaða ella sjúku seinni í lívinum.

Tað er sera ymiskt hvussu stórt brek paraíðkarar hava, hetta valdast alt um skaðin ella brekið hevur ávirkan á tann ítróttin ein íðkar.
Í summum førum er nokk at hava skaða á fingrum, hond ella fóti - og í øðrum førum skal størri brek ella skaði til.

Ítróttaráðgevin ráðgevur um serlig hjálpartól og ítróttarútgerð har tørvurer á hesum.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar