Áki Joensen er í hesum døgum í Zagreb, Kroatia, har hannkappast í stórari altjóða bocciakapping.
Áki hevur ikki fingið kappast í altjóða kappingum seinastu tvey árini vegna avmarkingar av covid-19, og gleðir hann seg at royna seg aftur.
Áki hevði seinastu venjingina í gjár, og skal hann spæla fyrsta dystin í dag.
Hetta verður ímóti Ilker Izos úr Tysklandi.
Áki er í pool A, í bólkinum BC3 sum er fyri boccialeikarar sum brúka rennu.
Fyrsti dystur verður kl 1405 Føroyska tíð, og Áki dagførir á facebook síðu sínari
Tað ber eisini til at fylgja kappingini beinleiðis á https://worldboccia.io/event/31/live