Um vikuskiftið hava fýra føroyskir íðkarar luttikið á bocciastevnu í Danmark, har kappast var um noðurlandameistaraheitið.
Stevnan var hildin í Vejen Sportcenter, sum er famúr vælegnað til slík tiltøk.
108 luttakarar vóru meldaðir til kappingina hesuferð.
Føroysku íðkararnir kappaðust í tveimum flokkum.
Í flokki 4, sum er flokkur fyri fólk við minni virkistarni, vóru tað Meiken Salberg Olsen, Unn Mortensen og Mirjam Hansen ið kappaðust í lið og einstaklingakapping.
Í flokki 1, sum er fyri fólk ið sita í koyristóli og sum spæla við rampu, luttók Áki Joensen.
Umframt at kappast í einstaklingakappingini luttók Áki eisini í blandaðari liðkapping saman við einum íslendingi og einum dana.
Byrjað var fríggjadagin við liðkappingini
Har gekk ikki so væl hjá kvinnunum. Tær taptu allar sínar dystir, men megnaðu hóast hetta at geva serliga finnum mótstøðu, og vóru eisini frammanfyri miðskeiðis í dystinum.
Hjá Áka og liðfeløgunum gekk framúr væl. Tey vunnu allar sínar dystir og gjørdust harvið norðurlendskir meistarar fyri lið.
Leygardagin vóru einstaklingakappingarnar, og gekk nakað frægari hjá kvinnunum, hóðast tær eisini har taptu allar sínar dystir. Í fleiri av dystunum góvu tær mótstøðuni, skarpan gang.
Eisini í liðkappingini gekk væl hjá Áka.
Innleiðandi spældi hann sera væl og vann seg víðari í hálvfinaluna, har hann tapti ímóti svianum Sebastian Högrell.
Endaliga úrslitið í flokki 4 var at Sebastian endaði á 1. plássi, normaðurin Per Kristian Thorsrud var nr. 2, ímeðan Áki vann ein sera spennandi bronsudyst ímóti Taniju frá Danmark, og er harvið triðbesti boccialeikari í norðurlondum.
Ferðalagið kom heimaftur sunnudagin.