Ársaðalfundurin hjá Parasport Føroyar varð hildin mikudagin 9. apríl.
Á fundinum varð Petur Elias Petersen afturvaldur sum formaður fyri komandi tvey árini.
Nevndin fekk eisini eitt nýtt andlit tá ið Jóhan Lervig varð valdur í nevndina, eftir at Tóra Norðgerð bar seg undan afturvali.
Nýggja nevndin er sostatt mannað við:
- Petur Elias Petersen (formaður)
- Hans Karl Højgaard
- Anna Gaardlykke
- Jóhan Lervig
Nevndin fer at skipa seg á fyrsta nevndarfundi.
Eftir aðalfundin bar formaðurin, Petur Elias Petersen fram heilsu, og handaði eitt blómutyssi til Tóru Norðgerð og takkaði henni hjartaliga fyri hennara trúgva og dygdargóða arbeiði, fyrst sum venjari, síðani sum ítróttarráðgevi og seinastu árini sum virkin nevndarlimur.
Ein lítil viðurkenning fyri drúgva íkastið, sum Tóra hevur latið felagnum í nógv ár.
Parasport takkar henni fyri tað og ynskir henni alt tað besta framyvir.