Enn ein stuðulsgáva frá stuðlafelagnum

26
.
April
2023

"Bingo verður í róðrarneystinum á Argjum í kvøld kl 19. Stuðlafelagið ÍSB"

Fá munnu tey verða ið ikki kennast við hesa kunngerðina sum hevur verið lisin eftir tíðindasendingina hjá KVF á middegi seinastu mongu árini.

Hóast sersambandið skifti navn til Parasport Føroyar fyri skjótt 6 árum síðani, so hevur stuðlafelagið, eftir avtalu við Parasport, valt at halda fast við gamla navnið.

Hetta er av praktiskum árum, tí tey vænta at fleiri av eldru "kundunum" ikki kennast við nýggja navnið, tann elsti av trúføstu bingospælarunum er nú 99 ár.

Ingun Poulsen, umboð fyri stuðlafelagið, sigur at hóast undirtøkan fyri bingospølum er minkandi, og nú eisini hevur fingið kapping av netspølum, so ber aftur í ár til at stuðla Parasport við kr 20.000,-

Valla eru nógvar vikur farnar aftur um hesi 80+ árini, har onki bingo hevur verið, so bingospølini hjá stuðlafelagnum hava eisini ein sosialan týdning fyri tey ið luttaka.

Í fleiri ár skipaði stuðlafelagið eisini fyri vælumtóktu og hugnaligu ÍSB jólaveitsluni, sum tíverri datt niðurfyri fyri nøkrum árum síðani.

Stuðlafelagið hevur sum nevnt bingo hvørt týskvøld í róðrarneystinum á Argjum, og ljóðar tað frá fyriskiparunum at øll eru hjartaliga vælkomin... ung sum gomul.

Parasport Føroyar takkar hjartaliga fyri stuðulin sum hesuferð fer til útreiðslur í samband við Special Olympics luttøkuna seinni í ár.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar