Tíðindi

FM í Special Olympics Bowling 2024

15
.
March
2024

Hósdagin 14.03.2024 var FM í Special Olympics Bowling hildin í Bowlinghøllini í Leirvík.

‍

Kappingin var, sum altíð, sera væleydnað við nógvum hugna, stuttleika, felagsskapi og flottari bowling.

Uppmøtingin var sera góð og allir 6 banarnir í Bowlinghøllini vóru fullir við ágrýtnum bowlarum.

‍

Bowlað var í tveimum bólkum, einum við bandum, og einum við ongum bandum.

Bowlað vóru tvey umfør, og vinnarin var tann ið hevði flest stig tilsamans.

‍

Úrslit (uttan bandar)

  1. Kalle Lisberg Olsen
  2. Meiken Olsen
  3. Aleksandur Mittún Darvichi

‍

Úrslit (við bandum)

  1. Tórður Hjalt Jacobsen
  2. Fía Joensen
  3. Mirjam Hansen

‍

Stóra takk fyri eitt sera gott og stuttligt kvøld, vit síggjast!

‍

Les meira um Special Olympics her: Leinkja.

‍

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar