Formansfrágreiðing frá aðalfundinum 2026

1
.
May
2026

Frágreiðing til aðalfundin í Parasport Føroyar tann 20. apríl 2026


Aðalfundurin í fjør var í ÍSF-húsinum tann 30. apríl.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg.
Petur Elias Petersen er formaður, Hans Karl Højgaard, sum næstformanni, Jóhan Lervig sum skrivara og Anna Gaardlykke, sum nevndarlim.
Starvsnevndin hevur eisini valt kappingarnevnd og Special Olympiska nevnd (SO)
Í kappingarnevndini sita Tróndur Ravnsfjall, Anna Gaardlykke og Hans Karl Højgaard.
SO-nevndin er mannað soleiðis: Hans Karl Højgaard er national director, Tróndur Ravnsfjall er ítróttarstjóri, Petur Elias Petersen er fíggjarserfrøðingur og formaður, Jóhan Lervig er ítróttarserfrøðingur, Anna Gaardlykke er nevndarlimur, Jensina Hansen er umboð fyri familjurnar, og Signa Vár Dávadóttir er umboð fyri íðkararnar.
Breidd
Í 2025 arbeiddi Parasport Føroyar miðvíst við at styrkja breiddarítrótt fyri børn, ung og vaksin við breki ella serligum tørvi. Skipaðar vórðu regluligar venjingar í fleiri ítróttargreinum kring landið, og samstarvið við ítróttafeløg varð ment, so fleiri kundu vera partur av vanligum ítróttarumhvørvum. Eisini vóru skipað tiltøk og kappingar, sum góvu íðkarum møguleika at møtast og fáa góðar upplivingar saman. Málið er greitt: at fleiri fáa gleði av ítrótti og felagsskapi.
Úrval
Fleiri føroyskir íðkarar hava luttikið í altjóða kappingum, har teir hava fingið virðismiklar royndir og góð úrslit. Dentur er lagdur á at menna íðkarar við regluligum venjingum, kappingum og góðari leiðslu rundan um íðkararnar. Samstundis verður arbeitt fyri at geva ungum íðkarum møguleika at menna seg og taka næsta stigið ímóti altjóða kappingum.
Sjálvboðin
Dentur er lagdur á at stuðla venjarum og hjálparfólki við ráðgeving, førleikamenning og einum góðum felagsskapi rundan um ítróttin. Sjálvboðin hava eisini verið við til tiltøk, venjingar og kappingar kring landið
Ítróttagleði
Dentur er lagdur á at stuðla venjarum og hjálparfólki við ráðgeving, førleikamenning og einum góðum felagsskapi rundan um ítróttin.
Strategiin hjá okkum
Okkara stragei sum varð samtykt í 2023 og er galdandi til 2028 er:
1. Styrkja/greina tann organisatoriska partin (professionalisma og fíggjarliga grundarlagið)
2. Styrkja tilvitanina (í samfelagnum) um Para rørsluna og SO brandið.
3. Vaksa um breiddina og styrkja elituna
4. Fremja inklusjón
5. Betra og birta um samstarvið við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar.


Øll við
– verkætlanin skal virka fyri at fleiri børn fáa møguleikan at vera við
Í Føroyum eru nógv børn, sum hava gleði av ítrótti og felagsskapi. Men fyri nøkur børn kann tað vera torført at finna eitt ítróttatilboð, sum passar til teirra tørv. Tí er verkætlanin Øll við sett í verk.
Øll við arbeiðir fyri, at fleiri børn ið bera brek ella hava serligan tørv skulu fáa møguleikan at vera partur av ítróttinum. Málið er einfalt: fleiri børn skulu sleppa at vera við í venjing, rørslu og felagsskapi í føroyskum ítróttafeløgum.
Verkætlanin hevur fokus á at byggja brýr millum ítróttafeløg, fakfólk og familjur. Við kunning, samstarvi og royndarverkætlanum verður arbeitt við at finna loysnir, sum gera tað lættari hjá feløgum at bjóða fleiri børnum vælkomnum.
Fyri nógv børn hevur ítróttur stóran týdning. Her læra tey at røra seg, samstarva og kenna seg sum part av einum felagsskapi. Tí er tað eisini umráðandi, at ítrótturin er opin og rúmligur.
Øll við snýr seg tí ikki bara um nýggj tilboð. Tað snýr seg eisini um hugburð. Tá feløg fáa stuðul og vitan, verður tað lættari at laga venjing og umhvørvi, so fleiri kunnu vera við.
Verkætlanarfólk
Vit lýstu eftir verkætlanarfólki til verkætlanina «Øll við» at arbeiða hálva tíð.
Fleiri umsóknir komu inn og avgjørt varð at seta Harriet Durhuus í starvið. Hon byrjaði í starvinum miðjan september 2025.
Við Øll við verður eitt skipað arbeiði sett í gongd fyri at styrkja inklusión í føroyskum ítrótti. Málið er, at fleiri børn fáa møguleikan at taka lut – og kenna gleðina við at vera partur av einum ítróttarfelagsskapi.
Øll við ráðstevna 12. januar
Til ráðstevnuna luttóku um 50 fólk, sum umboðaðu ítróttina, kommunur og almennu mynduleikarnar.
Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við Ítróttasamband Føroya, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Mentamálaráðið.
Vit hava søkt og fingið fleiri stuðlar til verkætlanina.
Inklusjónspulja – Øll við
Ítróttafeløg sum hava hug at gera ítróttin meira rúmligan og inkluderandi og limaskaran meira fjølbroyttan,  kunnu søkja um pening til virksemi.
Við hesi inklusjónspuljuni ynskja vit at geva ítróttarfeløgum í Føroyum møguleika at skapa nýggj ella styrkja verandi tillagað ítróttatilboð til børn, sum bera brek ella hava serligan tørv. Ítróttur er felagsskapur, gleði og trivnaður – og øll børn eiga at hava møguleika at vera við.
Heimasíða www.ollvid.fo
Øll við verkætlanin hevur eina serliga heimasíðu. Hetta eisini fyri at seta fokus á verkætlanina og gera hana meira sjónliga, so tað ikki fellur saman við okakra dagliga arbeiði i uppbyggingar- og í verkætlanartíðarskeiðinum.


Kappingar í Føroyum
Special Olympics FM-dagurin varð hin 29. mars 2025 hildin fyri fyrstu ferð í Føroyum og var ein týðandi varði. Íðkarar við menningartarni kappaðust í Klaksvík og Leirvík og í einum skipaðum og virðiligum umhvørvi, og dagurin vísti virðið av Special Olympics.
Samstundis var hetta Special Olympics FM kapping í svimjing, boccia og bowling.
Special Olympics FM kapping í borðtennis var hósdagin 27. mars í Havn.
Sum vanligt varð eisini skipað fyri Special Olympics jólakappingum í boccia, borðtennis, svimjing og bowling.

Kappingar uttanlands
RIG svimjikapping, Ísland, 24.-26. januar
NM í Boccia í Íslandi, 16.-17. Mai
Special Olympisk svimjikapping í Íslandi, 23.-26. mai
Poznań World Boccia Challenger, Pólland. 25.-29. juni.
Framerunning international cup, DK, 6.-13. juli.
European Para Youth Games, svimjing, Istanbul. 21.-27. juli
Virtus HM í svimjing, Bangkok. 20.–30. august
Gdansk Get Together Tournament 2025, Pólland, 12.-14. septembur.
DM í Goalball, Odense, 31.okt og 1. nov.
NM í svimjing, Ísland, 28. og 29. nov.
Hæddarpunktið var at Oddvá Sedea Nattestad tók eitt heimsmet, tá hon kappaðist í NM í svimjing í Íslandi.
Fleiri serligar og søguligar hendingar í 2025 vóru eisini, tá Føroyar fyri fyrstu ferð høvdu eitt goalball-lið við í kapping í Danmark, og vit á fyrsta sinni sendu judoíðkara av landinum at kappast í Get Together judokapping.

Tíðindi
Tíðindi um ymsu kappingar kann lesast á heimasíðuni hjá Parasport undir Tíðindi ella á Facebookvanganum hjá Parasport Føroyar

Fundir
Umframt fundir innanlands við ítróttafeløg, sersambond og ÍSF, hava vit eisini tikið lut á Norðurlendska ítróttafundi í Finlandi í september, har Tróndur, Jóhan og Sølvi umboðaðu okkum.
Á aðafundi hjá EPC í London seinast í august umboðaðu Petur Elias og Tróndur okkum.
Teir báðir vóru eisini á aðalfundinum hjá IPC í Seoul, sum var í september.
Nevndarfundir hava verið 8 gjøgnum árið
Europeiska Paralympiska Nevndin (EPC) hevði nevndarfund og vitjan í Føroyum á fyrsta sinni.
Hetta um sama mundið sum Parasport Føroyar kundi hátíðarhalda 45 ár sum sersamband. Vit hittu tey, saman við verja okkara Eiriki í Jákupsstovu, sum var landstýrismaður í Almanna- og Mentamálum.

Limafeløg
Vit hava nú 7 limafeløg, ið hava tilboð til og fyri íðkarar við breki ella serligum tørvi.
Talan er um feløgini, Smæruna í Havn og Svan í Runavík, ið eru parasport feløg og bert skipa fyri venjingum og kappingum fyri fólk innan special olympics og paraítrótt. Hesi hava umleið 130 limir íalt.
Fimleikafeløgini Ljósið og Støkk hava tilboð fyri ung og eldri innan Special Olympics fimleik.
Havnar Svimjifelag, skipar fyri venjingum fyri íðkarum, sum kunnu taka lut í altjóða parakappingum.
Havnar Judofelag skipar fyri judo fyri Special Olympics íðkarum.
NSÍ skipar fyri venjingum í fótbólti.
Afturat hesum skipað vit sjálvi fyri venjingum og kappingum innan frælsan ítrótt, framerunning, badminton, fotbóltsvenjing í Havn, umframt at samstarv er um eitt Goalball venjingartilboð.
Í samstarvi við Kvøldskúlarnar í Havn og í Eysturkommunu er skipað fyri bowling. Á Toftum er eisini í ár skipað fyri tilboði í Kvøldskúlanum.
Ynskiligt er at fleiri feløg og kvøldskúlar góvu fleiri tilboð til málbólkin.
Vónandi kemur vekætlanin “Øll við” at stuðla undir hesum.


Koyristólatreff

Saman við felagnum Koyristólur - skerdur førleiki skipaðu vit fyri einum koyristólatreffi Hoyvíkshøllini  23. Nov. ’25.
Undirtøkan var stór, og nógv fólk komu at royna ymisku ítróttirnar.
Høllin var full av orku, og tað var stuttligt at síggja luttakararnar hugna sær og royna nakað nýtt.  
Takk til Kurvabóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya, Framerunning Føroyar og felagið Koyristólur – skerdur førleiki fyri góða hjálp og samstarv.


Nordic Parasport (áður NordHif)
Á norðurlendska ársfundinum í Helsinki í fjør, tóku vit komandi 3 árini við formanskapinum og ábyrgdini av skrivstovuni hjá norðurlendska samstarvinum, sum kallast Nordic Parasport.
Í 2026 hevur Nordic Parasport fimti ára stovningardag, og verður veitsla í Íslandi í hesum sambandi.


Verjin
Sum kunnugt var Eirikur í Jákupsstovu, landstyrismaður í Almanna- Og Mentamálum verji fyri Parasport Føroyar. Hann flutti aðalráð í samband við umskipan í Landstýrinum undan jólum.
Vit høvdu avtalað fund við Sirið Stenberg, sum hevði játtað at gerast verji eftir umskipanina av landstýrinum, tí hon nú umsat mentamál. Hesin fundur bleiv av ongum, vegna tess at val bleiv úskrivað dagn fyri avtalaða fundin.
Nú nýtt landstýrið hevur tikið við, og nýggjur mentamálaráðharri er settur, fara vit at seta okkum í samband við Bárð á Lakjuni og spyrja hann um hann vil gerast verji okkara.


Stuðlar
Høvuðsstuðlarnir, JYSK, Hotel Brandan, Hotel Hafnia og Betri Banki
halda fram at stuðla okkara arbeiði.
Sama gera Atlantic Airways og Reyni Service.

Vit hava higartil fingið munandi stuðul til verkætlanina “Øll við” frá:
Almanna- og Mentamálráðnum
Knud&Dagny Gad Andersens Fond
Vanførefonden
Bevica Fonden
Megd
Betri stuðul

Uttan góðar og trúgvar stuðlar er torført at hava munandi virksemi.
Tí vilja vit takka øllum stuðlum fyri fíggjarliga íkastið, og sum síggja týdningin av arbeiðinum vit gera og vilja stuðla. Hetta eru vit takksom fyri.

Skrivstovan
À skrivstovuni verður stórt og gott arbeiði gjørt báðum starvsfólkunum, ið arbeiða hjá okkum.
Tróndur Ravnsfjall, sum ítróttarágevi og sum eisini virkar sum aðalskrivari (secr. gen.) yvirfyri altjóða felagsskapum okkara.
Harriet Djurhus starvast á skrivstovuni hálva tíð og er sett sum verkætlanarfólk í samband við verkætlanina Øll við.

Samanumtøka
Gott samstarv við ítróttarfeløg og sersambond er ein fortreyt fyri áhaldandi menning í ymisku ítróttargreinunum, og fegnast vit um, at vit nú hava samstarv við fleiri sersambond um hvussu vit í felag lyfta uppgávurnar.
Vil eisini takka venjarum og hjálparfólkum, umframt  nevndarlimunum fyri gott samstarv í undanfarna ári. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Takk fyri tykkara íkast.
Somuleiðis vil eg eisini takka feløgunum Svani og Smæruni, Ljósinum, Støkk, Ítróttasambandi Føroya, NSÍ , Havnar Judofelag, Havnar Svimjifelag, sponsorum, kommunum, kvøldskúlum, verjanum, Mentamálaráðnum og almennu mynduleikum annars, fyri avbera gott samstarv.
Ein serlig tøkk fer til fólkini í stuðlafelagnum ÍSB, sum í nærum 4 áratíggju hevur stuðlað virkseminum hjá Parasport, men sum í 2025 tíverri máttu sanna frá at orkan og undirtøkan ikki var til at halda fram við bingospølunum.

Petur Elias Petersen, formaður

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar