Tíðindi

Føroysk luttøka á Malmø open

10
.
February
2023

Hetta vikuskifti verður árliga Malmø Open, ið helst er mest siðbundna paraítróttarkappingin í norðurlondum, hildin.

Malmø Open hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1977, og eru fleiri enn 1000 luttakarar, úr 23 londum, í 12 ymiskum ítróttum, meldaðir til hesuferð.

Eins og so mangan áður er eisini í ár føroysk luttøka á stevnuni.

Hesuferð eru tað tveir íðkarar í borðtennis og tveir íðkarar í bowling ið skulu royna seg.

Hesi eru:
Tummas Marjunarson Wilhelm,borðtennisfelagið Tór, borðtennis prestationsklass 1
Unn Mortensen, borðtennis prestationsklass 2
Durita Strøm, bowling klass DC
Alexander Mittún Darvishi, klass HD.

Tey fýra hava vant sera nógv og er kappingin ein liður í fyrireikingunum til Special Olympics World Games sum verður í Berlin í Juni í ár har tey fýra eisini eru við.

Kappingarnar hjá Tummasi og Unn í tvímansleiki byrja seinnapartin í dag, og kappast tey í einmansleiki í morgin leygardagin.

Kappingarnar hjá Alexander og Duritu verða í morgin, leygardagin.

Venjarar og leiðarar á ferðini eru Hans Karl Højgaard og Jóhan T. Lervig.

‍

Fleiri av kappingunum verða stroymdar beinleiðis frá heimasíðuni hjá Malmø Open.

Tey ið ynskja at fylgja kappingunum ella kunna seg um úrslitini kunnu gera hetta á https://www.malmo-open.com

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar