Framerunning

Fýra føroyingar við altjóða Frame running kapping.

14
.
July
2022

Ímeðan flestu okkara njóta summarfrítíðina, eru 4 føroyskir Frame runnarar við í stórari altjóða kapping í Frederiksberg, Framerunning developement camp & CPISRA international cup 2022

Hetta er ein stevna, har endamálið er at menna ítróttargreinina, og kappast á altjóða støði.

107 íðkarar úr 17 londum luttaka í stevnuni.

Tað eru Ábraham Bjarnason, Martin Johannesen, John Heri Johansen og Levi Hanusarson, ið luttaka í kappingini sum í ár kann hátíðarhalda 25. ára stovningardag.

Hetta er 14. ferð at Martin luttekur í kappingini, og hinir íðkararnir hava eisini allir roynt seg áður.

Í 2021 komu teir heimaftur við fleiri heiðursmerkjum og onkrum persónligum meti, og er málið at endurtaka avrikið í ár.

Við í ferðalagnum eru, umframt teir fýra íðkararnar, Diana Johannesen liðleiðari , Gunnar Eihilt Sivertsen venjari og Bjarni Poulsen, Rebekka Eihilt Sivertsen, Poula Reinert Olsen, Katrin Syderbø og Elsebeth Syderbø hjálparfólk.

Stevnan varir eina viku, men sjálv Innleiðandi kappingin byrjar í dag hósdagin 14.juli, og heldur á við kappingum og finalum fríggjadagin og leygardagin.

Tey ið ynskja at fylgja við hvussu tað gongur á Frederiksberg kunnu fylgja við Facebook síðunum hjá Parasport Føroyar og Framerunning Føroyar

INFO: Frame Running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka.

Ítróttargreinin er vælegnað til m.a. fólk við CP, vøddasvinni, parkinson ella øðrum kropsligum avbjóðingum íð ger at tey ikki kunnu renna við egnari megi.

Ein Framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini.

Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey ið ynskja at royna ítróttargreinina..

Arbeitt verður fyri at fáa Frame running við á skránna á Pralympisku leikunum sum verða í Los Angeles 2028.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar