Tíðindi

Hávard Vatnhamar saðlar um

29
.
March
2021

Hávard Vatnhamar, ið fleiri helst hava hoyrt um í samband við ítróttargrein hansara para-triatlon, hevur avgjørt at saðla um, og satsa uppá maraton.

Hávard hevur sett sær fyri at gera eina roynd at koma við til Paralympisku Leikirnar í Tokyo umboðandi Føroyar, hetta skuldi ætlandi verða í triatlon, men av tí at Føroyar ikki hava altjóða limaskap í triatlon, hevur Hávard verið noyddur at kappast undir donskum flaggi, og so vónað at sleppa at skifta tjóðskap til PL.
Trupult hevur verið at fingið atgongd til kappingar, tí danir hava eisini góðar paratriatletar ið vóna at kvalifisera seg, og av tí at tað er avmarkað pláss til kappingar so hava hesir fyrsta prioritet.

Støðan við Covid-19 hevur ført við sær at mestsum allar triatlon kvalifikatiónskappingar seinasta árið eru útsettar ella avlýstar, og óvist er um til hevði borið at luttikið í nokk av kappingum til at verða styrkismettur nóg høgt at vinna kvalifisering til PL.
Tí hevur Hávard nú valt at skifta bæði tjóðskap og ítróttargrein.

Sjálvur sigur Hávard at, “tað er harmiligt at eg má skifta ítróttargrein fyri at røkka mínum máli. Eg havi havt stóra framgongd síðan mína seinastu triatlon kapping ið var í november 2019 og hevði góðar vónir at klára at klatra nóg høgt upp eftir styrkilistanum.
Tó hevur tað at eg havi kunna umskipað venjingina ímeðan steðgur hevur verið í kappingum, víst at eg eri væl við í renningini, og er hetta saman við ivanum um tjóðskapin orsøk at eg nú havi valt at satsa alt uppá maraton.”

Hóast Føroyar enn ikki hava limaskap í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, so er Parasport Føroyar limur í WPA (World para athletics) og gevur hetta beinleiðis atgongd til kappingar undir føroyskum flaggi.

Tað er vanliga ein bíðitíð á 3 ár tá man skiftir tjóðskap, men av tí at Hávard eisini skiftir ítróttargrein eru partarnir samdir um at Hávard kann skifta tjóðskap uttan bíðitíð.
Næsta stigið hjá Hávardi er at verða flokkaður í frælsum ítrótti, og síðani skal hann royna at renna eitt maraton undir kravtíðina innan 1. juni.

Vit ynskja Hávardi góða eydnu.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar