Javni og Parasport bjóða til ráðstevnu um heilsu og menningartarn

28
.
October
2022

Tað eru ongi føroysk tøl, ið lýsa heilsustøðuna hjá fólki við menningartarni, men vísa tøl aðrastaðni, at hesin málbólkurin í miðal hevur ein livialdur, sum er 14,5 ár styttri enn onnur, og at tey hava størri títtleika av lívsstílssjúkum. Tí taka Javni og Parasport Føroyar í felag stig til hesa ráðstevnu, ið setur fokus á heilsustøðuna hjá fólki við menningartarni. Vit ynskja at seta gongd á nøkur góð og konstruktiv kjak um júst hetta økið, ið kunnu verða við til at økja um vitanina og tilvitanina hjá okkum øllum, og kunnu geva íblástur til eitt sunt lív.

Skrá:

8.30-9.00 Morgunmatur
9.00-9.15 Vælkomin
9.20-9.50 “Vejen mod et sundhedstjek – hvordan og hvorfor” Anni Sørensen, forkvinna í LEV
9.55-10.15 “Kropslig venjing og góða lívið” Magni Mohr, professari og formaður í Fólkaheilsuráðnum
10.20-10.30 Framførsla við fimleikarum frá Loppunum
10.30-10.45 Kaffisteðgur
10.50-11.10 “Motivatión – Soleiðis arbeiða vit á Glasir fyri at motivera næmingarnar at luttaka”Andre Olsen, lærari á Serbreytini á Glasir
11.15-11.35 “Sálarheilsa”Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnum
11.40-12.00 “Rørsla hóast avbjóðingar”Katrin Jacobæus, fysioterapeutur, Master í heilsuvísind lesandi og forkvinna í CP Føroyar
12.00-12.45 Matarsteðgur
12.45-13.05 “Heilsugóður kostur - ein mannarættur!” Snorri Patursson, kostfrøðingur
13.10-13.30 “Etisk sjónarhorn á heilsu og sjálvavgerðarrætt” Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í etiska Ráðnum
13.30 Paneldebat

Tiltakið er alment og vóna vit, at øll, ið varða av hesum øki, seta tíð av til hesa ráðstevnu.

Tiltakið er ókeypis

Melda til tiltakið her

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar