Jórun Mai vann bronsu í altjóða judokapping

17
.
September
2025

🥋 Jórun Mai vann bronsu í altjóða judokapping 🥉

Sunnudagin 14. septembur kappaðist Jórun Mai í EJU Get Together Tournament í Gdańsk í Póllandi. Kappingin er fyriskipað av evropeiska judosambandinum, og her kundu øll luttaka ið hava rørslutarn, menningartarn ella eru blind/sjónveik.

Í bólkinum hjá Jórun Mai vóru fimm kvinnur. Hon hevði tískil fýra dystir, og gjørdi ikki mætari enn at vinna tveir av teimum – og tryggjaði sær bronsumedalju 👏

Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur kappast í altjóða kapping í tillagaðum judo. Ein søgulig hending fyri judo í Føroyum

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar