Tíðindi

Kom og royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík

13
.
January
2025

Parasport Føroyar bjóðar, saman við venjarum úr KÍ, Ægir, Klaksvíkar fimleikafelag, fimleikafelagnum Ljósinum og Special olympics Føroyar børnum og ungum við serligum tørvi at royna Special Olympics ítrótt í Klaksvík.

Ongi ítróttarlig ella onnur krøv eru fyri at luttaka í tiltakinum, men vit viðmæla at fylgjarar koma við temum ið hava trupult við at skilja boð ella á annan hátt hava størri tørv á stuðli.

Royn ymiskar ítróttir

‍Høvið verður at royna ítróttirnar svimjing, boccia, fótbólt og fimleik.

Skrá

  • Kl. 10.0           Vælkomin
    ‍
  • Kl. 10.15         Felags upphiting
    ‍
  • Kl. 10.30         Ítróttir: fimleikur, svimjing og fótbóltur
    ‍
  • Kl. 11.15         Stuttur steðgur
    ‍
  • Kl. 11.15         Ítróttir: fimleikur, fótbóltur og boccia
    ‍
  • Kl 11.45          Miðmáli - allir luttakarar fáa eina ókeypis tvíflís og okkurt drekkandi
    ‍
  • Kl 12.15          Ítróttir: svimjing og boccia
    ‍
  • Kl 13.00          Takk fyri í dag

‍

Praktiskt

Við tilmelding verður spurt um ymiskt, soleiðis at hóskandi bólkar kunnu verða settir saman.

Tilmelding fer fram á https://form.jotform.com/250133404169348
‍

Ein lítil miðmáli er íroknaður, og tað verður mælt til at siga frá møguligum ovurviðkvæmi tá ið tit melda til.

Møtið í ítróttarklæðum - ella havið venjingarklæðir og venjingarskógvar við.

Tey ið skulu svimja mugu taka svimjiklæðir og handklæði við.

Møguleiki er at skifta í skiftirúminum á staðnum.


Freistin at melda til er 22. januar

‍

Um Special Olympics

‍Special Olympics er felagsskapur ið skipar fyri ítrótti til fólk við serligum tørvi. Annaðhvørt ár verður skipað fyri heimsleikum fyri tey ið eru serliga íðin í sínum ítrótti.

Parasport hevur havt luttakarar við í Special Olympisku summarleikunum síðani 2023, og er eisini ætlanin at verða við tá leikirnir verða í Chile í 2027.

Ongi krøv eru til diagnosur, tíðir ella annað tá ein kappast í Special Olympics, bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga.

Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og ymsastaðni í Europa.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar