Kunningartiltak og alment setanartiltak fyri verkætlanina Øll við

5
.
January
2026

Kunningartiltak og alment setanartiltak fyri verkætlanina Øll við

Parasport Føroyar skipar mánadagin 12. januar 2026 fyri kunningartiltaki og almennum setanartiltaki í sambandi við nýggju verkætlanina Øll við. Tiltakið verður hildið á Hotel Brandan og savnar viðkomandi aktørar innan ítrótt, sosial- og skúlaverkøkið um eitt felags fokus: inklusjón av børnum og ungum við breki ella serligum tørvi í ítrótti.

Verkætlanin Øll við hevur til endamáls at tryggja, at øll børn og ung undir 18 ár – eisini tey, ið bera brek ella hava serligan tørv – fáa veruligan møguleika at luttaka í ítrótti og verða partur av einum felagsskapi. Verkætlanin er sett í verk av Parasport Føroyum í samstarvi við Ítróttasamband Føroya og aðrar samstarvsfelagar.

Inklusjón, sosial heilsa og samstarv

Á tiltakinum verður sjóneykan sett á týdningin av inklusjón og sosialari heilsu í ítrótti, tørvin á tvørfakligum samstarvi og á politiska og samfelagsliga ábyrgd í sambandi við brekrættindi. Eisini verða føroyskar royndir við inklusjón í ítrótti lagdar fram, umframt fakligar framløgur og persónligar søgur, ið varpa ljós á virðið av at hoyra til.

Hví Øll við?

Kanningar og royndir vísa, at børn og ung við breki ella serligum tørvi íðka munandi minni enn onnur. Hetta er ofta ikki orsakað av manglandi áhuga, men av forðingum í umhvørvinum og vantandi atgongd til inkluderandi ítróttartilboð. Í Føroyum eru áleið 14.000 børn undir 18 ár, og smb hagtølum frá WHO kann væntast at minst 15% teirra bera okkurt brek.

Verkætlanin Øll við skal vera við til at minka um henda ójavna og skapa varandi, rúmligar loysnir í føroyskum ítróttarfeløgum.

Eitt felags ábyrgdarøki

Verkætlanin byggir á hugsjónina um, at ítróttur er meira enn venjing og kapping – ítróttur er eisini felagsskapur, trivnaður og lívsgleði. Umvegis Øll við verður arbeitt miðvíst við at menna vitan, amboð og samstarv, so føroyskir ítróttarfelagsskapir í størri mun kunnu rúma øllum børnum og ungum.

Setanartiltakið markar byrjanina av einari longri menningargongd, har Parasport Føroyar saman við samstarvsfeløgum og myndugleikum vilja arbeiða fyri, at øll børn hava rætt til at íðka – og at vera við.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar