Para-svimjing

Oddvá Sedea til HM í Bangkok

22
.
August
2025

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006) úr Havnar Svimjifelag, er farin til Bangkok at umboða Parasport Føroyar í Virtus HM í svimjing dagarnar 20.–30. august.
Hon luttekur í flokki II3 sum er fyri vælfungerandi fólk við autismu.

Hetta er fyrstu ferð, at Oddvá Sedea luttekur í so stórari kapping, og er hon spent og glað fyri møguleikan.

Sjálv kappingin byrjar 24. august, men fyrst skulu luttakararnir venja seg við umstøðurnar og við tíðarmunin.

Oddvá Sedea er meldað til:

24.08: 50 bringu (pb 00:40:30)

25.08: 200 blandað (pb 02:54:94)

26.08: 100 bringu (pb 01:28:42) - her eigur hon heimsmetið í flokkinum

27.08: 100 frí (pb 01:08:44)

29.08: 50 frí (pb 00:30:83)

Tá tað er langt ímillum kappingarmøguleikarnar hjá flokkinum II3, og hetta er ein lutfalsvís nýggjur bókur er ilt at meta um mótstøðuna.
Tað frættast, at í øllum førum Australia hevur skrásett sera sterkar svimjarar í ár, so spennandi verður.

Málið hjá Oddvá Sedea er at fáa persónlig met, og vónandi fer tað í øllum førum at røkka til okkurt finalupláss, og kanska okkurt heiðursmerki.

Ímeðan flestu liðfelagarnir hjá henni í HS hava havt summarferiu, hevur Oddvá Sedea vant hart, umframt, at hon eisini verið á venjingarlegu í Spania við danska parasvimjilandsliðnum, so fyrireikingarnar hava verið góðar. Góða samstarvið við danska liðið ger eisini longu ferðina eitt sindur stuttligari.

Finnbjørg Nattestad er ferðaleiðari, og er hon eisini mamma Oddvá Sedeu. Pápin Dann er við sum heppari.

Heimsmetini á langgeil í kappingunum sum Oddvá luttekur í eru:

50 bringa: 00:39:98

200 blandað: 02.50.06

100 frí: 01:04:28

50 frí: 00:29:20

Vit ynskja Oddvá Sedeu bestu eydnu í kappingini, og fara at leggja úrslit út so við og við.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar