Parasport Føroyar hevur sett Signar Hilmarsson í starv sum verkætlanarfólk.

3
.
October
2023

Parasport Føroyar hevur sett sær sum mál, at ”øll skulu hava møguleika at íðka og mennast í felagsskapinum.”

Eisini tey, ið bera brek.

Nú Signar er settur í starv, verður ferð sett á arbeiði at fáa skipað ítrótt fyri fólk, ið bera brek, so at hesi eisini fáa part í teimum mongu fyrimununum og ágóðunum, sum ítróttalívið gevur. Sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar

Signar er útbúgvin kanditatur í ítróttafrøði frá Aalborg Universitet, ið gevur serfrøðiliga vitan innan ítrótt, rørslu, venjing, heilsu og trivnað.  

Hann hevur eisini fleiri starvsroyndir innan ítrótt, heilsu og venjing, m.a. hevur hann staðið fyri  venjing av børnum við yvirvekt, venjing og uppvenjing av eldri, hann hevur sína egnu fyritøku ”Sunt” og so er hann eisini samskipari av arbeiðinum at endurskoða reglugerðina fyri Úrval hjá ÍSF.  

Saman við ítróttaráðgevanum, skal Signar skal seta í verk átøk í samband við nýggju strategiina ”øll kunnu íðka” og standa fyri teimum trimum átøkunum undir strategiini sum eita:  

• Økja um breiddina og styrkja elituna

• Fremja inklusjón

• Betra um og birta undir samstarv við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar

Strategiin hjá Parasport kann lesast í fullum líki á https://www.parasport.fo/tidindi/nyggja-strategiin-hja-parasport

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar