Stuðulin frá Hotel Hafnia og Hotel Brandan er við til at tryggja arbeiðið hjá Parasport Føroyar at menna karmar, har øll kunnu íðka ítrótt.
Hetta er ein týdningarmikil liður í visjónini hjá sersambandinum um, at øll kunnu íðka.
“Vit eru sera takksom fyri, at Hotel Hafnia og Hotel Brandan aftur í ár hava valt at stuðla okkara arbeiði,” sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.
“Tey hava verið ein týðandi stuðul í fleiri ár, og við hesum framhaldandi samstarvi fáa vit betri møguleikar at bjóða einum størri bólki av íðkarum góðar og tryggar karmar at virka í.”
Við støði í sløgorðinum “øll kunnu íðka” arbeiðir Parasport Føroyar fyri, at tað skal vera ein sjálvfylgja, at fólk við serligum tørvi kunnu íðka ítrótt undir hóskandi og virðiligum umstøðum – bæði á breiddar- og úrvalsstigi.
Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia, sigur:
“Vit fegnast um at halda fram at stuðla Parasport Føroyum. Samstarvið hevur týdning – bæði fyri okkum sum fyritøku og fyri samfelagið sum heild.
Tað er kveikjandi at síggja arbeiðið, ið verður gjørt, og vit eru errin av at stuðla einum slíkum sersambandi.”