Tíðindi

Sirið Stenberg verji fyri Parasport Føroyar

3
.
February
2023

Á fundi 1. februar tók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir m.a. at landsstýriskvinnan umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti.

Tað er siðvenja at landsstýrisfólkið sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Nú nýggja landsstýriskvinnan eisini játtaði at verða verji, handaði Petur Elias Petersen, formaður í Parasporti Føroyum, Sirið Stenberg heiðursskjal.

Sirið Stenberg segði í samband við handanina at, ”Tað er ein stórur heiður og ein sonn æra at vera verji hjá Parasport Føroyar

Okkara ítróttafólk eru fyrimyndarlig, og eg havi størstu virðing fyri teimum og øllum teimum, sum varða av.

Paraítróttin vísir okkum, at hóast ymisk lívskor og treytir, so kann luttøka og stremban í ítrótti skapa stóra gleði, og hægstu úrslit kunnu náast.

Tað hevur stóran týdning, at øll menniskju kunnu luttaka í samfelagnum. Parasport Føroyar slóðar tí fyri einum betri og rúmshóttari samfelag.

Tað er ein serlig kensla, tá ið okkara íðkarar fara kring heimin umboðandi Føroyar og Merkið, eins og heimliga virksemið er kveikjandi at uppliva.”

“Vit eru takksom og fegnast um, at landsstýriskvinnan vil vera verji fyri Parasport Føroyar. Tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum, bæði á breidd og úrvalsstigið” sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar