Special Olympics FM dagurin 2026 hevði sera góða undirtøku.
Heili 87 tilmeldingar vóru til ársins dag, sum hesaferð var hildin í Runavík og á Toftum.
Byrjað varð við Jysk Open, svimjikappingini, sum á fyrsta sinni var hildin í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni. Høllin vísti seg at vera sera væl egnað til hetta slag av kapping. Ikki færri enn 51 tilmeldingar vóru til svimjikappingina, og serliga gleðiligt var, at vit aftur kundu hava serskildar barnakappingar.
Svimjiúrslit
Svimjiúrslitini síggjast í viðfesta skjalinum.
Eftir svimjingina var farið víðari til borðtenniskappingina, sum varð hildin í skúlanum á Toftum. Har vóru 8 luttakarar við, og kappast varð í tveimum bólkum.
Borðtennis
Bólkur 1
- Regin Hansen
- Tummas Vilhelm
- Rúni Jacobsen
Bólkur 2
- Jórun Mai Smith
- Lennart Magnussen
- Pauli Johannesen
Nógvir áskoðarar vóru møttir upp til borðtenniskappingina, og tað gav kappingini eina góða rammu.
Seinni á degnum varð farið aftur til Runavíkar, har FM-kappingin í boccia var á skránni. Heili 30 luttakarar vóru við, og kappast varð í trimum bólkum við innleiðandi umførum og finalum.
Boccia
Bólkur 1
- Meiken Olsen
- Ísakur Hansen
- Eli H. Olsen
Bólkur 2
- Pauli Johannesen
- Lennart Magnussen
- Herfinn Haraldsen
Bólkur 3
- Henrik Bruun
- Mia Jóhanna Davidsen Klein
- Ann í Puntabyrgi
Alt í alt var talan um ein sera góðan og væleydnaðan FM dag við góðari luttøku, góðum úrslitum og góðum stemningi. Vit gleða okkum longu til næsta ár.
Eftir kappingarnar fingu allir luttakararnir lekkran drekkidunk og t-shirt sum Betri banki hevði latið.














































