Boccia

Úrslit frá FM í boccia

26
.
March
2023

Sunnudagin 26. mars var FM í Boccia fyri Special Olympics luttakararnar hildið í fimleikarhøllini í Skúlanum við Løgmannabreyt

Heili 25 luttakarar høvdu meldað til hesuferð, og var hugaligt at síggja fleiri nýggj andlit ímillum luttakararnar.

Kappast var í tveimum bólkum, FM 1 og FM 2, við 2 undanbólkum í hvørjum FM bólki, har leikararnir skuldu leika fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalur.

Í hálvfinalunum í FM bólki 2 leiktu Herdis Johannesen og Astrid Gulfoss annan dystin, meðan Joanna Poulsen og Eli Olsen skuldu dystast um seinna finaluplássið.

Úrslitið eftir tveir sera spennandi og tættar dystir, var at Herdis og Joanna komu í finaluna, meðan Eli og Astrid skuldu dystast um 3. plássið.

Endaliga úrslitið var at Herdis var nr. 1, Joanna var nr. 2 og Astrid var nr. 3

Í FM bólki 1 dystaðust Joen Jacob Johannesen og Pauli Johannesen í fyrru hálvfinaluni, meðan Erla Marr Poulsen og Herfinn Haraldsen dystaðust í seinnu hálvfinaluni.

Eisini her gjørdist tað sera tætt, og vóru tað Joen Jacob og Herfinn í komu í finaluna, meðan Erla og Pauli skuldu leika um 3. plássið.

Úrslitið var at Herfinn var nr. 1, Joen Jacob nr. 2 og Pauli var nr. 3.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar